Sandavágs Timburhandil
 

Sandavágs Timburhandil hevur í nógv ár verið timburhandilin fyri nærøkið, fyrst og fremst sum høvuðsveitari av tilfari til byggivinnuna og seinni eisini til privat viðskiftafólk vesturi í Vágunum. Nærumhvørvið hevði og hevur enn í dag alstóran týdning fyri Sandavágs Timburhandil.


Seinni árini hava samfelagsligar broytingar av ymsum slag tó gjørt, at viðskiftagrundarlagið er víðkað. Vit standa í dag fyri fleiri verkætlanum av ymsum slag kring Føroyar, bæði tá tað snýr seg um at smíða sethús, íbúðarbygningar, hallir o.a., og vit koyra byggitilfar til viðskiftafólk um alt landið.